Linda Andrews, sum vann X Factor í fjør, heldur, at Anna Nygaard hevur mest X Factor í ársins sjónvarpskapping. Hetta sigur hon við heimasíðuna hjá BT, har hon saman við tveimum øðrum virkar sum X Factor-serfrøðingur.
Anna fær fimm av seks møguligum stjørnum frá Lindu Andrews, og so nógv fær eingin annar. Jesper, Thomas, Daniel og The Fireflies, sum sambært Lindu Andrews eru næst Annu, fáa øll fýra stjørnur. Eisini dreingjabólkurin In-Joy, sum reyk út, fær fýra stjørnur frá Lindu.
Við bt.dk sigur Linda, at tað var djarvt at velja What ever happens hjá Mihael Jackson, røddin var sterk og sannførandi og Anna fær eisini nógv rós fyri síni innlivingarevni.
Hinir báðir X Factor serfrøðingarnir hjá BT eru Paw Lagermann, sum saman við Linu Rafn mannar bólkin Infernal, og Kenny Aleksandr, ið er make-up artistur og stylistur. Teir meta um ávíkavist sang og framførslu og stíl og útstráling.
Eins og Linda gevur Paw Lagermann Annu fimm stjørnur fyri sang og framførslu. Hann rósar røddini og djarva sangvalinum. Heilt so blíður er Kenny Aleksandr tó ikki. Hann gevur Annu fýra av seks stjørnum og sigur, at Kelly Family-hárið, sum hann kallar tað, skal klippast. Tað er ov fitt, sambært Kenny Aleksandr.
Hvussu er og ikki, so er Anna saman við Jesper toppskjútti í samlaðu metingini hjá X Factor-serfrøðingunum hjá BT. Tey fáa tilsamans 14 av 18 møguligum stjørnum, meðan Tine og The Fireflies eru teimum næst við 12 stjørnum.