Oman á allar hennara trupulleikar í seinastuni, bleiv unga sjónleikarakvinnan, Lindsay Lohan, fyri stuttum lívsrædd, tá ein skotgraður maður rætti eina pistól eftir henni. Tað víst seg tíbetur, at hetta ikki var ein veruligur pistólur.
Á sínum Twitter-brúkara greiðir LiLo frá hendingini. Hon skrivar, at hon kom gangandi eftir gøtuni í Marokki, tá ein maður brádliga koyrdi móti henni og rætti pistólin eftir henni.
Lindsay, sum júst tosaði í telefon við mammu sína, fór at skríggja. Hetta fekk mannin til at trýsta á avtrekkjaran - og tástani gekk tað upp fyri Lindsay, at pistólin ikki var verulig.
- Eg fór at gráta... Hesin maðurin ræddi meg virkuliga, skrivar unga sjónleikarakvinnan.