Tað hevur mangan verið róð fram undir, at sjónleikarin Lindsay Lohan skuldi verða meira enn væl við plátuvendaran Samantha Ronson. Higartil hevur Lohan ikki vilja sagt nakað um sambandið við Samanthu, men tað skal hon sambært The Mirror nú hava viðgingið. Hon hevur viðurkent, at hon brúkar tíð saman við einum, sum hon elskar, og hon skal hava lagt eina mynd av teimum báðum á sín myspace-profil.