Jákup Bogi Joensen
Kappingin harðnar alsamt, tá talan er um at gera útvarp í Føroyum. Útvarp Føroya er ikki longur einasta útvarpsrásin í Føroyum. Fyri stuttum fór Rás 2 at senda, og í farnu viku fór nýggjast rásin, Lindin, at senda.
Og Lindin fer veruliga at spenna seg út, tá talan er um at gera sendingar til ungdómin. Heili fýra fólk eru í fyrstu atløgu sett til at gera sendingar til undgdómin.
Ein teirra er Ragnar Mouritsen.
Men hvussu stóran týdning hevur tað at gera sendingar til ungdómin?
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning. Líka sum tú sum blaðmaður hevur ein boðskap tú vilt hava út í greinini, so hava vit eisini ein boðskap vit vilja út við. Nevnliga tann gleðiliga boðskapinum um Jesus.
Lindin er tí eitt frálíkt høvi til tess.
Men hvat fer Lindin at leggja dent á?
- Vit leggja sera stóran dent á, at sendingarnar verða út frá einum kristnum sjónarmiði, og at sendingarnar verða fyri øll. Líka mikið hvørjari kirku ella samkomu tú kemur frá.
Lindin hevur enn ikki fingið sína egnu heimasíða á internetinum, men Ragnar Mouritsen sigur, at hetta verður í nærmastu framtíð.
Fyribils er Lindin at fina á chattinum Jesus-chat.
Yngd fer at ynskja Lindini góða eydnu.