Tilfarið er klárt at senda út í luftina, men enn vantar sendarin. Soleiðis er støðan hjá kristiligu útvarpsstøðini, Lindini, sum skuldi senda fyri fyrstu ferð í gjár.
Orsøkin til, at støðin ikki fær sent er tann, at sjálvur sendarin, sum skuldi koma við flogfari úr Íslandi mikudagin, tá av tornaði ikki var við flogfarinum. Men flogfelagið hevur lovað, at sendarin skuldi koma við flogfarinum í nátt. Tó náar støðin ikki at fáa sendaran settan, so hon fær sent í dag. Tað er nevniliga Føroya Tele, ið skal seta upp sendaran, og tað verður ikki gjørt í vikuskiftinum.
Preben Hansen, ið er ein av fyrireikarunum til nýggju útvarpsstøðina, sigur, at miðað verður ímóti at fáa sent fyri jól, men enn er ikki heilt vist, at hetta verður veruleiki.