Lindin stuðulsdag leygardagin

Radiostøðin Lindin hevur stuðulssending leygardagin 3. oktober frá kl. 14 til á midnátt. Mikudagin 21. januar í ár vóru níggju ár liðin síðan Lindin byrjaði at senda. Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum.

Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, men alt kostar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur.

Leygardagin frá kl. 14 og til umleið á midnátt verður stuðulsdagur í Lindini: Jenis av Rana og Tór Arni Samuelsen fara út við mikrofonini og Preben Hansen, Erna Háberg og Hjørdis Háberg Petersen fara at sita í stovuni í Lindini. Tónleikaframførslur og gestir verða eisini við í sendingini.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um nógvar góðar vinningar m.a. flogferðir, veðurlamb, vikuskifti á gistingarhúsi, gávukort og mangt annað. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður hvønn heilan tíma, og kl. 23.00 verður drigið um høvuðsvinningin.