Lindin skiftir frekvens í Klaksvík

Á middegi í dag fer útvarpsrásin, Lindin, at senda á 103 MHz av Brúnaskarði, og so skuldi alt útvarpsórógv í Klaksvík verið burtur

 

Klaksvík: Kristiliga útvarpsrásin, Lindin, fer í dag at senda við nýggjum frekvensi í Klaksvík.

Á middegi verður sendarin hjá rásini broyttur, soleiðis at sendingarnar verða at hoyra á 103 MHz ístaðin fyri 105 MHz, har rásin hevur sent higartil.

Orsøkin til hetta er, at órógv hevur verið FM-bandinum, síðani Lindin fór at senda av Brúnaskarði. Rásin fekk frekvensin 105 MHz at senda á, men tað hevur síðani víst seg, at hesin frekvensurin passar ikki saman við hinar rásirnar, sum senda av Brúnaskarði.

Fjarskiftiseftirlitið hevur nú latið Lindini nýggjan frekvens, og tað skal síðani syrgja fyri, at øll fara hoyra útvarpsrásirnar betur.


Nýggja antennu

Preben Hansen, nevndarformaður hjá Lindini, fegnast um, at viðurskiftini í Klaksvík koma uppá pláss, hóast tað í grundini ikki er Lindin, sum hevur havt ábyrgdina av órógvinum.

Sendarin og antennan hjá Lindini í Klaksvík verða flutt frá 105 MHz til 103 MHz. Ivamál hevur verið um, hvørt antennan kann flyta frekvens, men umvegis mátingar er komið fram, at tað kann antennan, hóast hon missir nakað av styrkini.

? Vit fara at fáa nýggja antennu úr USA til Brúnaskarð um nakrar vikur, og tá verður antennan á Brúnaskarði so flutt til Suðuroyar, har vit skulu senda á 105 MHz, sigur Preben Hansen.