Lindin savnar pengar leygardagin

Í ár eru liðin 10 ár, síðani kristiliga útvarpsstøðin Lindin fór at senda. Lindin verður hildin uppi fíggjarliga við stuðlum og gávum.

- Øll hesi árini hevur Lindin verið í støðugari menning, og hettar kostar pengar. Bæði tíðarinnar tonn og økingin í sendineti og sendiflatu ger, at tað alsamt er tørvur á enn fleiri stuðlum. Tann tekniski parturin av Lindini er lutvíst niðurslitin, og hetta krevur støðugar ábøtur, sigur Lindin.

Komandi leygardag frá kl. 14 og til umleið á midnátt verður spennandi stuðulsdagur í Lindini. Jenis av Rana fer út við mikrofonini, og Preben Hansen, Absalon Áargarð, Erna Háberg, Símun Hansen, Dánial á Dul Jacobsen, Jóhan Petur Jóhannesen, Sólbjørg Zachariassen og Tór Arni Samuelsen fara at sita í útvarpsstovuni í Lindini.

Tónleikaframførslur verða við m.a. T.O.S. (Tollarar og syndarar), M.C. Restorff, Oddbjørg Poulsen, og ymiskir gestir verða eisini við í sendingini.

Høvið verður hjá lurtarum at tekna seg sum stuðul ella at geva Lindini eina gávu. Í sendingini verður lutakast um nógvar og góðar vinningar - m.a. flogferðir, gisting á gistingarhúsi, gávukort og mangt annað. Drigið verður bæði millum nýggjar og verandi stuðlar. Lutakast verður hvønn heilan tíma, og kl. 23.30 verður drigið um høvuðsvinningin.

Sendingin verður at hoyra í Lindini leygardagin 30. oktober frá kl. 14.00 til midnátt