Lindin øðrvísi stuðulsdag í Østrøm

Ein uppboðssøla yvir málningar, sum kend listafólk hava latið, verður eisini skipað út á kvøldið.

- Okkara stuðulstiltak endar við einum høvuðsvinningi, sum Christian í Grótinum hevur latið, sigur Lindin.

Lindin skipar leygardagin 23. januar fyri einum øðrvísi stuðulstiltaki í Østrøm í Rættará. Eins og á stuðulsdegnum fyri tveimum árum síðan, verða beinleiðis samrøður millum gestir og útvarpsvertir í glasaðum ljóðrúmi.

- Millum ymisku skiftini fara bólkar og einstaklingar at framføra livandi tónleik‚ og her verða eitt nú Heðin Askham‚ Systrar‚ Terje Vestergaard og Lisa Frederiksberg‚ Olvheðin Jacobsen‚ Gentukórið í Meinigheitshúsinum og Oddbjørg Poulsen.

Lindin vísir á, at gjøgnum allan leygardagin verður kaffi, te og leskidrykkur saman við onkrum ábiti. Roknað verður við, at mong fara at støkka inn á gólvið til eygleiðing og prát á stuðulsdegnum.

Ein uppboðssøla yvir málningar ið kendu listamálararnir, Eyðun av Reyni, Hilmar Højgaard, Astrid Mouritsen, Poul Skarðenni, Finnleif Mortensen, Eli Smith, Sámal Toftanes hava latið til tiltakið, verður skipað seinni út á kvøldið.

- Vit fara eisini at útluta nógvar og fjølbroyttar vinningar millum ymisku tiltøkini.

Lagt verður aftrat, at eisini verður hugvekjandi barnatiltak, sum burtur av skal mynda eina serliga løtu til børnini. Hetta tiltak verður miðskeiðis á degnum við BUBU og Ásbjørn Berthelsen og Absalon Áargarð.

- Vit enda dagin við einum høvuðsvinningi, sum Christian í Grótinum hevur latið til Lindina á stuðulsdegnum. Hepni vinnarin kann púra frítt velja sína ferð út í heim frá Fonn Flog, og virðið av ferðini er 25.000 krónur, sigur Lindin.