Klokkan er farin at nærkast 9, men tað er kortini einki sum bendir á nakran panikk hvørki í studio ella uttanfyri.
Í studio gera vertirnir seg klárar til sending, og tann fyrsti gesturin í studio er komin á staðið.
Tað eru bert fáir minuttir eftir til sendingin skal byrja. Hetta er kortini ikki bert ein vanlig sending, men fyrsta sendingin í eini røð av mongum.
Í dag er nevniliga fyrsti dagurin, at Lindin av álvara fer at senda 24 tímar um samdøgrið.
Fyri teir í leiðsluni av hesi kristnu rásini er hetta ein stórur dagur. Tað er helst so sum ein teirra, Preben Hansen tekur til:
- Heilt frá tí at vit byrjaðu at senda í 2000 hava vit ynskt at kunna senda alt samdøgrið.
- Tað sum hendir í dag er snøgt sagt, at hesin dreymurin er vorðin veruleiki. Jú, hetta er ein stórur dagur, sigur hann.
Ætlanin er at hava eina fríska morgunsending hvønn morgun frá kl. 9 til 11 við samrøðum, tónleiki og øðrum innsløgum. Tríggir vertir fara at skipa fyri hesi sendingini, sum fer at lýsa og umrøða tiltøk innan tað kristiliga arbeiðið í Føroyum og uttanlands.
Ætlanin er somuleiðis at henda sendingin skal hava eitt serstakt navn. Fleiri uppskot eru til hetta heitið, men í vikuni verður avdúkað hvat navn hon skal hava.
Fýra í studio
Klokkan er nú farin av 9, og Lindin er í gongd við sína fyrstu morgunsending.
Í lítla studionum eru fýra fólk savnaði: Asbjørn Nattestad, Tór Arni Samuelsen, Dánial á Dul Jacobsen og gestur hansara, Elisabeth Askham.
- Puha, her verður heitt um eina løtu, sigur Dánial.
Asbjørn hevur júst lagt eitt lag á, Tór Arni hevur júst tosað við eitt umboð fyri barnaarbeiðið í Heimamissiónini, sum skipað fyri einum serstøkum barnatiltaki seinasta leygardag.
Nú skal næsta lagið á. Asbjørn sigur frá, at nú er Andrae Crouch á skránni. Fá sekund seinni ljóða fyrstu tónarnir av hesum út í rúmið, gjøgnum útvarpslurtirnar hjá fólki og gjøgnum teldurnar hjá teimum, sum lurta umvegis alnetið.
Á borðinum frammanfyri ger Dánial seg kláran til samrøðuna við Elisabeth. Evnið hjá teimum er ein bønarráðstevna, sum Aglow fer at skipa fyri komandi vikuskifti. Eitt innslag sum longu er fest á band skal eisini sendast í sendingini.
Góð ráð
Klokkan er farin at nærkast hálvgum tíggju. Vertirnir báðir tosa saman um sendingina so langt. Tór Arni gevur unga starvsmanni sínum góð ráð:
- Hygg. Innslagið er her á telduni. Tað er liðugt redigerað. Tú koyrir tað bara frá aftaná næsta lagið, so er tað í lagið.
- Men ansa eftir at tú ikki koyrir øll innsløgini beinanvegin. Tað er neyðugt at spjaða tey yvir alla sendingina, so at tú ikki noyðist bara at spæla tónleik tann seinasta tíman, sigur Tór Arni.
Hann hevur arbeitt sum programmedarbeiðari í Lindini í fýra ár, og veit tí, hvussu týdningarmikið tað er at leggja eina slíka sending væl til rættis.
Asbjørn lurtar við áhuga og tekur væl ímóti ráðunum frá hinum. Tað er altíð gott at fáa góð ráð frá einum, sum hevur roynt hetta áður.
- OK, sigur Asbjørn. nú eru 30 sekund eftir av lagnum, og so kemur tú bara inn tá. Tú ert klárur, Dánial. Ikki so?!
Jú, Dánial er klárur. Og løtu seinni er fyrsta beinleiðis samrøðan við gesti í studio í hesi morgunsendingini í luftini.
Nógv stuðla rásini
Lindin byrjaði at senda í januar mánaði 2000, og hetta var ein stórhending innan kristiligt útvarp í Føroyum. At byrja við varð bert sent avmarkaða tíð.
Hetta var eingin løtt byrjan, tí menn høvdu ikki nakrar royndir við hesum. Men tað varð so roynt eftir fyrimuni at gera sendingar sum høvdu áhuga millum fólk.
Miðað varð allatíðina eftir at sendast skuldi alt samdøgrið. Og tað er hetta sum gjørdist veruleiki av sonnum í morgun kl. 9:00.
- Eg má bara siga, at hetta stigið er ikki eins møtimikið sum tá vit byrjaðu sendingar okkara. Hetta er mestsum bara ein fylgja av tí málinum, vit settu okkum tá fyri skjótt sjey árum síðani, sigur ein annar av stigtakarunum, Jenis av Rana.
At taka eitt slíkt stig hevur kravt nógva orku, bæði menniskjansliga, men so sanniliga eisini fíggjarliga. Men her hava teir fingið góða hjálp, eisini frá menniskjum.
Í apríl mánaði í ár varð skipað fyri eini stuðulssending, har fólk kundu tekna seg fíggjarligar stuðlar hjá Lindini. Teir vóru sera spentir uppá, hvussu fólk fóru at taka ímóti hesum, men tað nýttist teimum ikki at stúra fyri.
- Vit boðaðu frá, at fingu vit 60 stuðlar aftrat, so vildu vit byrja at senda alt samdøgrið. Og tá vit so taldu upp eftir sendingina, høvdu 80 fólk boðað frá stuðli sínum.
- Í so máta vóru vit snøgt sagt forpliktaðir uppá at byrja at senda 24 tímar um samdøgrið, sigur triði stigtakarin, Dánial á Dul Jacobsen.
Fýra bygdir hoyra ikki Lindina
Síðani Lindin byrjaði at senda í januar mánaði 2006 er eitt stórt arbeiði gjørt fyri at geva so mongum føroyingum sum gjørligt møguleika at hoyra sendingarnar.
Nú tey eru farin at senda alt samdøgrið eru tað í roynd og veru bert fýra bygdir, har Lindin ikki hoyrist: Sandvík, Hvalba, Tjørnuvík og Viðareiði. Sum skilst verður arbeitt við at loysa hesi málini.
Ætlanin er haraftrat at geva bátum á Norðhavinum møguleika at lurta eftir sendingunum. Í hesum sambandi hevur rásin fingið eina peningagávu frá einum sjómanni til útgerð, soleiðis at sendingarnar eisini kunnu hoyrast norðanfyri.
Tá hetta er gjørt fara viðingar eisini at hoyra sendingarnar.