Lindin fer at byrja ungdómsrás

Leygardagin helt Lindin 20 ára føðingardag í Østøm í Havn. Sent varð beinleiðis, og nógv fólk vóru á gátt. Ein nýggj ætlan varð eisini kunngjørd, nevniliga at Lindin fer at byrja eina ungdómsrás

– Ætlanin er rættiliga nýggj, og alt er ikki komið upp á pláss enn. Men vónandi kunnu vit byrja at senda í fyrru helvt av hesum árinum, sigur Tór Arni Samuelsen, dagligur leiðari í Lindini.

Nýggja rásini fer bara at senda á internetinum.

– Framtíðini er á internetinum, og har eru tey ungu. Tað krevst meira og kostar meira, um vit skulu senda á vanligan hátt. So sleppa vit eisini undan at seta sendarar upp kring landið. Tí ætla vit bara at senda á internetinum, sigur Tór Arni Samuelsen.
Eins og við Lindini annars er ætlanin at fáa sjálvboðin at gera arbeiði, ið krevst fyri at senda.

– Nøkur ung hava bjóðað seg fram at gera tónleikalistar. Vit lýstu við tí leygardagin, at ung kunnu bjóða seg fram at gera sendingar. Vit vóna, at fleiri fara at bjóða seg fram, sigur Tór Arni Samuelsen.

Viðvíkjandi innihaldinum til ungdómsrásini hjá Lindini, so fer tónleikur helst at fylla nógv, men eisini aðrar sendingar við samrøðum og innsløgum av ymiskum slag.

– Tey ungu skifta ofta millum rásir og eru tilvitað um, hvat tey lurta eftir. Bæði viðvíkjandi tónleiki og samrøðum. Ætlanin er at hava styttri samrøður og tónleik, ið tiltalar ung, sigur Tór Arni Samuelsen.


Lesið um 20 ára føðingardagin hjá Lindini í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið.

Sí myndir her.