Klaksvík: Mikudagin á middegi skifti útvarpsrásin, Lindin, frekvens á Brúnaskarði, og um stutta tíð vónar rásin, at hon kann senda við 16 ferðir so stórari styrki, sum sent verður við í løtuni.
? Vit hava søkt um loyvi at senda við 1000 watt á Brúnaskarði, og fáa vit loyvi til tað, fara vit at hoyrast nógv betur í Norðoyggjum og í Eysturoynni, sigur Preben Hansen, sum er nevndarformaður í Lindini.
Í løtuni sendur Lindin við 60 watt á Brúnaskarði, meðan Útvarpið og Rás 2 senda við nøkrum 100 watt.
Senda meiri úr Klaksvík
Lindin fór fyrr í ár undir at senda sítt kristiliga tilfar til norðoyingar, men fyrsta tíðin hevur verið merkt av trupulleikum, tí frekvensurin, sum rásin fekk tillutað, hevur órógva sendiviðurskiftini í Klaksvík.
Mikudagin flutti Lindin av 105 MHz til 103 MHz, og tað skuldi bast teimum trupulleikum, sum hava verið í Klaksvík.
Umframt at senda til Klaksvíkar, ætlar Lindin eisini at senda úr Klaksvík.
? Vit mangla útgerð til at kunna senda úr Klaksvík, men ætlanin er at gera neyðugu íløguna, sum kostar eini 60.000 krónur, sigur Preben Hansen.
Lindin ætlar at brúka Studio Pegasus til sínar sendingar, men fyri at fáa góða góðsku á sendingarnar úr Klaksvík, má serlig útgerð keypast støðina í Havn, so rásin kann taka ímóti tilfarinum og senda tað út í luftina við góðari góðsku.
Eisini til Suðuroyar
Lindin fer í næstum at senda í Suðuroy eisini. Rásin hevur fingið stórfingna gávu til at keypa sendara til Suðuroynna, og Preben Hansen roknar við, at Lindin kann fara undir at senda til Suðuroynna fyrst í juli mánaði.
Lindin skal hava útgerð úr útlandinum, og antennan, sum nú sendir á Brúnaskarði, skal flytast til Suðuroyar, og nýggj antenna setast upp í Klaksvík.
Hetta kemst av, at antennarnir eru lagaðar til ásvísan frekvens, og nú frekvensurin í Klaksvík verður broyttur, missir antennan styrki. Lindin skal senda við 105 MHz í Suðuroy, og tí kann antennan á Brúnaskarði brúkast til tað.