Leygardagin hin 21. januar eru 12 ár liðin, síðani kristiliga útvarpsrásin Lindin byrjaði sendingar sínar. Hetta verður hátíðarhildið við einari sending frá klokkan 14-18, har prátað verður við ymiskar gestir, bæði nær og fjar.
- Lindin hevur øll hesi árini fíggjarliga verið hildin uppi við føstum stuðlum og gávum, og sigast má, at var tað ikki fyri tann kærleika, ið trúføstu gevararnir vísa Lindini, bar als ikki til á hendan hátt at senda út gleðiboðskapin um náði Guds í Kristusi, sigur Lindin í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at høvið er nú hjá øllum at verða við í lutakasti um eina ferð til Danland Blokhus á páskum í 1 viku fyri 2 vaksin + 2 børn í bili, um tey stuðla Lindini við 100 krónum.
- Fólk kunnu nú senda SMS til 1919 og skriva Lindin. Kappingin endar mikukvøldið hin 27. januar klokkan 23.59.
Umleið 50 fólk eru á ein ella annan hátt virkin í Lindini og av teimum virka flestu sjálvboðin.
- Lindin verður fíggjað við gávum frá stuðlum, privatum og virkjum. Flestu stuðlarnir gjalda eina ávísa upphædd um mánaðin, samanlagt javnvigar fíggjarliga við áleið 1.4 miljónum krónum árliga. Vit hava í dag 11 sendarar, og vit røkka til umleið 85 % av Føroya fólki. Lindin sendur 24 tímar um døgnið, verður sagt í tíðindaskrivi hjá Lindini.









