Linda við jólafløgu

Minnir, ið fløva, er heitið á nýggjari fløgu við jólasangum, sum Linda Andrews nú sendir á marknaðin

Tónleikur

Linda hevur saman við Malmø Symfoniorkestur og Dupultkvartettini innspælt nógvar væl kendar jólasangir á føroyskum.
Teirra millum er eisini ein duett, har Linda syngur saman við Jógvani Hansen, og er heitið á hesum sanginum, Hvør hevði hugsað. Altso ein duett, við tveimum føroyskum sangarum, sum hvør í sínum lagi hava vunnið X-factor kappingina í ávíkavist Danmark og Íslandi.
Fløgan er útgivin av tónleikaraforlagnum Carpe Diem, sum er ein deild hjá Naxos, og kemur hon á marknaðin tann 26. november.