Linda vísir hvaðani hon kemur

Kann eg vísa tær hvar eg komi frá?

 

Soleiðis spyr Linda Andrews sínar fjepparir á facebook og undirtøkan var sera stór og sera jalig.

 

Fleiri viðmerkja undir nýggjasta sjónbandalagnum, at NÚ mugu tey vitja hetta vakra landið, og at tey vóru púra bergtikin av tí vøkru føroysku nátturini. Fleiri útisetar skriva, at nú fóru teir at leingjast heim til klettarnar aftur.

 

Um sjónbandalagið til lagið "Awake" sigur Linda Andrews, at tá lagið var skrivað, var hon ikki í iva um at sjónbandalagið skuldi takast upp í Føroyum, og at hon vildi koyra ein biltúr í gjøgnum okkara vøkru nátturu og taka upp, meðan hon koyrdi.

- Lagið handlar um at vera til staðar, at steðga upp eina løtu, og leggja til merkis tað, sum er rundan um ein. Vit hava altíð úr at gera í dag, og mong okkara eru eisini nógv á teimu sosialu miðlinum, so ofta er høvdið vent móti fartelefonini. Tí sansa vit ofta ikki, hvat sum hendur rundan um okkum, og so missa vit kanska gevandi, minnisríkar løtur. Tann føroyska nátturan er so reypandi og hevur so nógv at geva" sigur Linda Andrews.