Songkvinnan Linda Andrews arbeiðir sum tónleikari í Danmark, har hon hevur búð seinastu 21 árini, og tilveran sum yrkistónleikari kann verða avbjóðandi og óviss.
- Tú skalt hava lyndi og hug til at liva eina listarliga tilveru, tí hon er nakað heilt serligt. Eg veit ongantíð, hvørja inntøku eg havi í komandi tíðum, ella hvørjar uppgávurnar verða, men eg eri von við at liva soleiðis, og higartil hevur tað altíð gingð á ein ella annan hátt, sigur hon.
Linda Andrews, sum millum stóru fjøldina í Danmark og Føroyum er kend fyri at vinna donsku X Factor kappingina í 2009, hevur seinastu tvey áratíggjuni verið sera virkin sum songkvinna. Hon framførir sum solistur til stór og smá tiltøk, hon syngur kór og ger kórútsetingar, og hon hevur stundum uppgávur sum dirigentur.
- Eg brenni fyri sangi og tónleiki, og eg vil fram um alt annað fáast við tónleik. So má tilveran annars tillagast eftir tí, hóast tað til tíðir kann verða krevjandi, og eg má hava ís í búkinum, sigur Linda Andrews.