Føroyska songkvinnan Linda Andrews slepti í gjár einum nýggjum sjónbandalagið. Talan er um staklagið Save Your Love For Me, sum nú er sett til film. Lagið er við á nýggjastu útgávuni hjá Lindu Andrews, sum eitur Linda Andrews og verður tøkt á m.a. iTunes og Spotify.
Tað eru songkvinnan sjálv, Joachim Hejslet Jørgensen og Joris Rasenberg, sum hava skrivað lagið. Joachim Hejslet Jørgensen hevur framleitt, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Upptøkurnar eru gjørdar í ikoniska Mojo Blues Bar í Keypmannahavn.










