Linda takkar Blachman

Hóast Blachman ikki hevur hildið nógv av Lindu, so mátti hann at enda viðganga, at hon hevði uppborið sigurin Um ein skuldi tikið vísdómsorðini hjá Blachman fyri fult ? bæði finalukvøldi og ikki minst til undanumførini ? so hevði Linda als ikki verið vinnarin av X-Factor.

 

Men Linda er fegin um, at tann hárleysi dómarin gav henni eitt spark í afturpartin. Tað sama sigur dómarin hjá Lindu, Lina.

- Eg haldi, at tað, at Blachman var so harður við Lindu var tað besta sum kundi henda fyri okkum. So fekk Linda okkurt annað fram úr sær, enn bert sína fantastisku rødd. Fram kom skemt, sjarma og drívmegi, segði Lina við ekstrabladet.dk eftir finaluna.

 

- Kritikkurin frá Blachman gjørdi, at eg fekk eyka drívmegi. Hann fekk meg til at verða enn betri, segði Linda.

 

Blachman mátti viðganga eftir finaluna, at Linda hevði uppiborið sigurin. Men eins og vit kenna Blachman, so var tað ikki bert sagt í einum jaligum tóna.

- Sendingin er fullkomiliga ?mainstream?, og tá skal tað eisini verða ein slíkur sangari sum vinnur. Hon var í øllum førum tann rætti vinnarin av teimum sum vóru eftir til finaluna, segði Blachman, ið sipaði til Alien Beat Club.