Linda slapp víðari í X-Factor

Við øllum trimum atkvøðunum og skoðsmálinum um, at hon »kan noget, de andre ikke kan...«, slapp føroyska Linda Andrews víðari í X-factor kappingini hjá DR fyri løtu síðani Teir tríggir dómararnir, Line Rafn og Thomas Blachman, eru kend fyri at vera hørð og kontant.

Beint áðrenn Lindu Andrews var ein ungur luttakari vístur úr kappingini við skoðsmálinum um, at hann als ikki dugdi at syngja.

»Gå ud og find noget, du kan, og som du er god til«, søgdu dómararnir hart og kontant við dreingin, sum veruliga segði seg halda, at hann dugdi at syngja.

Men Linda fekk bara rósandi orð. Tey hildu, at tað ikki ein gong virkaði, sum hon gjørdi sær serligan ómak fyri at framføra so. Linda sang sangin »The Power of Love« hjá Jennifer Rush.