Linda skipar fyri stuðulskonsert fyri Ukraina

Konsertin verður í einari kirkju í Keypmannahavn

– Støðan í Ukraina ávirkar meg ótrúliga nógv, og eg føli við tí ukrainska fólkinum. 

 

Soleiðis skrivar føroyska sangarinnan Linda Andrews í dag.

 

Hon hevur saman við øðrum tikið stig til eina stuðulskonsert fyri Ukraina í dag. Konsertin verður í Gernisonskirkjuni í Keypmannahavn klokkan 19 í kvøld, danska tíð. Hetta er nakað, hon skipar fyri saman við eitt nú Brian Risberg Enggaard Clausen og Maria Montell Monique Spartalis.

 

– Konsertin er ókeypis, men allar donatiónir fara óskerdar til arbeiðið hjá Reyða Krossi í Ukraina. Eg hopi, at vit síggjast, sigur Linda Andrews.

 

##med2##