Linda skelkað av Blachman

- Eg eri málleys. Hesi vóru orðini frá Lindu, tá Ekstra Blaðið greiddi henni frá hugburðinum hjá Blachman, um at tveita hana út av X-Factor komandi fríggjadag Blachman sigur í dag við Ekstra Blaðið, at Linda skal verða tann næsta, ið skal út av X-Factor kappingini.

 

- Til alla lukku, er tað ikki bert hann, ið tekur avgerðina. Um hyggjararnir ynskja at eg skal halda fram, so noyðast tey fyri alt í verðini, at senda teirra sms-atkvøður. Annars verið eg jarða næstu ferð.

 

Linda skilur als ikki hugsanina hjá Blachman.

 

- Sjálvsagt skilji eg ikki hansara hugsan. Hann kennir meg ikki, og hansara hugleiðingar um meg eru als ikki rættar. Men hann hevur rætt til at hava sína meining. Og tað er bert eg eftir, ið kann standa fyri hansara skotum. Alien Beat Club er jú eisini hansara egnu. Hann hevði tey við á venjingarlegu, og tey vóru ímillum tey síðstu, ið hann valdu frá, soleiðis at Remee kundi yvirtaka tey.

 

Víðari sigur Linda.

- Eg eri skelkað í mun til hansara grundgevingar. Men eg visti, at hann fór at koma eftir mær. Hann skal forsvara síni egnu, og hann berjist hart fyri at varðveita tey í kappingini. Eg fái bara meira blóð uppá tonnina, tá ið eg hoyri slíkt.

 

Lina Rafn, ið hevur ábyrgdina av Lindu í kappingini, skilur heldur ikki kritikkin hjá Blachman, men sigur nærmast, at tað er ?typiskt Blachman?.

- Lat okkum bara blaka øll tey burtur, sum duga at syngja. Tað er skilagott av Blachman. Linda er ein nógv betri songkvinna enn øll hini tilsamans, og tað er ótrúligt, at eg noyðist at forsvara hennara luttøku í X-Factor. Lurta eftir henni, tað er nóg mikið, sigur Lina Rafn.