Linda skal syngja í Tivoli

Føroyska songkvinnan verður at hoyra saman við kóri í Tivoli í Keypmannahavn

Linda Andrews verður at hoyra á konsert í Tivoli í Keypmannahavn fyrst í juli mánaði. Konsertin verður saman við Farum Gospel Choir og verður á Plenuni, tey kalla, tann 3. juli.

 

Linda Andrews framførir eisini á tveimum øðrum konsertum í næstum – tann 26. juni syngur hon á Grøn Fest í Horsens, og tann 12. juli verður hon at hoyra í Kudskehuset í Jystrup.

 

– So komu nakrar konsertir. Eg gleði meg at oysa nakar deiligar og vælljóðandi tónar út yvir tykkum, skrivar Linda Andrews á Instagram.