Eurovision
Linda Andrews, navnið ljóðar ikki beinleiðis føroyskt, men handan altjóða kenda navnið goymir Linda Andreassen úr Havn seg. Linda er í Føroyum best kend av kristiliga tónleikapallinum m.a. av fløguni So gott at vita, og frá nógvum framførslum m.a. saman við Vanju og Lailu Carlsen. Síðan miðskeiðis í 90 árunum hevur Linda búleikast í Danmark. Hon hevur luttikið sum kórsangari á hópin av útgávum bæði í og uttanfyri Danmark. M.a. hevur hon sungið kór hjá heimskenda týska euro dance tónleikaranum Sash og danska poppfenomeninum Blå Øjne.
Góður stemningur
Leygarkvøldið var Linda ein av trimum kórsangarum hjá DQ. Hetta dámdi henni sera væl.
- Har var ordiliga góður stemningur. Vit høvdu tað hugnaligt frá fyrsta degi. Í ár vóru øgiliga nógvir professionellir luttakarar í Grand Prixnum. Hetta gjørdi, at stemningurin var góður. Fólk vóru stuðlandi og ynsktu hvørjum øðrum alt gott, greiðir ein heldur hás Linda frá í telefonini úr Danmark.
Linda kennir væl Peter Andersen. Tey hava áður arbeitt saman í Tina Turner hermibólkinum Turn on Tina, har orkubumban Peter Andersen í konufólkaklæðum fyllir út leiklutin sum Tina Turner
- Peter er ein fest! Tað er altíð stuttligt at syngja saman við honum. Tí vildi eg fegin syngja við í Grand Prixnum, tá hann bað meg, greiðir Linda frá.
Linda í buksum
Meðan Petur var í kjóla undir framførsluni vóru Linda og hinir kórsangararnir í klædningi.
- Man kann siga, at tað vóru vit, sum vóru í buksum á pallinum. Har var bara pláss fyri eini Drama Queen flennir Linda.
Nú gongur leiðin til Finlands, og hetta gleðir hon seg til.
- Ja, Finland er kanska ikki so eksotiskt, sum man kundi hugsað sær, men nú taka vit tað við eisini, flennir hon, tá vit tosa um framførsluna, ið væntandi væl yvir 100 milliónir hyggjarar fara at hyggja at.
Aftur í danskt sjónvarp
Linda væntar somuleiðis, at tey skulu luttaka, tá DR í samstarvi við krúnprinsahjúnini komandi vikuskiftið hevur innsavning til vælgerandi endamál í Tivoli. Tað hevur ligið í kortunum, at Grand Prix vinnarin skuldi framføra í sendingini, har m.o. Planet Awards aktuelli Bryan Rice luttekur.
Gospel og popp
Linda arbeiðir nógv við tónleiki og hevur nógv jørn í eldinum.
- Eg fáist mest við popp og gospel. Í løtuni havi eg trý gospelkór, har eg eri kórleiðari. Eg skrivi tónleik til fólk og eri sum heild í ferð við nógv ymiskt. Tað kennist eitt sindur løgið beint nú. Eg havi nógvar tráir sum eru ikki eru festir. Eg fari t.d. skjótt yvir til USA, har eg havi fingið kontaktir bæði innan gospel og popp. Men tað sum eg fari yvir til nú er modernað gospel, og her er talan um meg sum artist, sigur Linda.
Visti ikki av stakfløgu
Navnið Linda Andrews er ikki longur heilt ókent í USA.. Fyri jól var RnB stakfløgan Hot Santa givin út í USA. Ein seksutur jólasangur, ið m.a. fæst til keyps á TDC Online og á Amazon. Hóast lagið var givið út í fjør undir hennara navnið, so var tað ikki fyrr enn í síðstu viku, at Linda sjálv varð greið yvir, at lagið var givið út.
- Hatta er ein demo, ið eg sendi til USA síðsta summar. Hon var upprunaliga ikki ætla til útgávu. Eg havi ikki frætt aftur frá teimum, og nú síggi eg, at lagið er givið út, og enntá í mínum navni, høvdu tey givið tað út undir onkrum øðrum navni, hevði eg neyvan funnið útav tí. Eg má nú seta meg í samband við tey, tí onkur vinnur pening uppá hetta, og tað er ikki eg, sigur Linda.
Hon er heldur ikki heilt nøgd við lagið, ið jú varð sungið inn til demo nýtslu og ikki til útgávu. Hon tykist tó, at taka alt hetta við einum smíli og heldur, at tað á onkran hátt er nokkso skeg.










