Umleið 700 tekningar frá børnum og ungum kring alt landið komu inn til stóru og spennandi teknikappingini hjá Sosialinum undir heitinum »Pipar og Salt - teknikappingin«.
Hetta má sigast, at verða stór undirtøku, ja nógv størri, enn vit á blaðnum høvdu ímyndað okkum. Yngsti teknarin er 1 ár, og tann elsti 18 ár.
Hepni høvuðsvinnarin av kappingini gjørdist 11 ára gamla Linda Sivertsen úr Havn. Hon fær sostætt eina Play Station frá 3-aranum. Haraftrat hava vit funnið fram 5 av teimum frægastu tekningunum aftrat, sum fáa ein eykavinning, ið er Pipar og Salt-fløgan, eisini frá 3-aranum. Umframt hetta hava vit drigið 10 vinnarar úr allari rúgvuni av tekningum. Hesir fáa eina blusu við Pipar og Salt á.
Nú kann sjálvandi verða spurt, hvussu vit hava valt út ta frægastu og tær bestu tekningarnar. Og tí er dómaratriion sjálv tann rætta til at svara.
Dómarar til kappingina hava verið Jonhard Hammer, Martin Joensen og Eyðun Müller Thomsen.
-Vit tríggir hava lagt stóra orku í at velja tær frægastu tekningarnar út, og hetta er gjørt út frá fleiri fortreytum. Vit hava mett um aldurin á tí, sum teknað hevur, og vit hava eisini mett um bæði innihald, teknievni og dygd sigur Martin Joensen.
Við á framsýning í Smiðjuni
Av tí at áhugin fyri at vera við í Pipar og Salt-teknikappingini hevur verið so stórur og vit tíanverri ikki hava havt umstøður at vísa fleiri av hesum stuttligu og frálíku tekningunum, hevur leiðslan á Sosialinum gjørt av at hava tekningarnar (so nógvar vit fáa pláss fyri) við á framsýningini, sum Sosialurin skipar fyri í Smiðjuni í Lítluvík á ólavsøku.
Framsýningin við tekningunum hjá Óla Petersen verður tó ikki ávirkað av hesum. Vit brúka ein part av loftinum í Smiðjuni til Pipar og Salt-tekningarnar. Ein kann so siga, at hetta verður tekniframsýning við lít.
Vit síggjast í Smiðjuni í næstu viku.