Líkindini at lenda eru nú heilt góð á Flogvøllinum, og ætlandi fer Linda Andrews at hava sína framførslu um sjey korter Veðrið noyddi í fyrstu atløgu flogfarið, har Linda Andrews er við, til Bergen fyrr í dag. Nú er veðrið tó batnað somikið, at tað verður roknað við, at flogfarið setur seg á flogvøllin í Vágum klokkan 19.40, og so kunnu føroyskir X-factor fjepparar kortini sleppa at síggja føroyska vinnaran.
Móttøkan fyri Lindu stendur enn og bíðar, og ætlandi verður høvuðspersónurin sjálv eisini á pallinum í SMS klokkan 20.30, og sjálvandi verða tá nøkur løg eisini á skránni.