Nýggja stakfløgan hjá X Factor vinnaranum Lindu Andrews liggur í dag ovast á hitlistunum í Danmark Det Bedste Til Sidst kallast sangurin, sum varð gjørdur til vinnaran av X Factor, og sum Linda Andrews fekk høvi at syngja.
Sangurin stendur seg væl á hitlistunum í Danmark. Sangurin er ovast á almenna danska hitlistanum, sum verður gjørdur av IFPI Danmark & Nielsen Music Control.
Og sangurin hjá Lindu er í dag eisini komin beinleiðis inn á Tjeklistan hjá Danmarks Radio sum nummar 1.
Fløgan hjá X Factor finalistunum hevur ikki selt so væl, sum roknað varð við, men fløgan liggur tó næstovast á útgávulistanum.