Linda Andrews er ikki í iva um, hvar vakra røddin kemur frá Linda ivast ikki, hví hon syngur sum hon ger.
- Tað er Gud, sum hevur givið mær hesa røddina at brúka, sigur X-Factor finalisturin við Kristiliga Dagblaði í Danmark.
Linda hevur haft truplar løtur í sínum lívið. Faðir hennara lat lív, maðurin fór frá henni, og hennara íbúð brendi við øllum hennara minnum.
Men tá ið Linda stendur á X-Factor pallinum, sæst bara eitt stór smíl fylt við gleði, tí hon hevur funnið styrkina til at gjøgnumføra sínar dreymar.
- Eg hevði einki at missa, tí alt var tikið frá mær. Eg haldi, at tá ein missur alt, so sum eg gjørdi, so kann ein antin yvirliva ella liva. Eg valdi at liva, sigur Linda.
Hon sigur eisini, at gjøgnum sína krepputíð, hevði hon altíð eina kenslu av ró, sum hon heldur kemur frá Gudi.
- Mín rødd er ein gáva frá Gudi. Á tann hátt hevur Gud hjálpt mær, soleiðis at eg kann koma víðari. Gud hevur givið mær míni bein, men eg má sjálv reisa meg, og ganga á teimum, sigur Linda Andrews.