Linda lovar litir og lív

Linda Andrews verður við í X Factor kappingini í kvøld, og føroyingar hava eisini møguleikan at atkvøða í sendingini Linda Andrews hevur undanfarnu vikurnar staðið sterk í myndini við framúr góðum framførslum av kendum sangum. Hon hevur verið róst til skýggja fyri sína sterku rødd, og tað einasta, sum hevur nærkast atfinningum, hevur verið, at hon hevur sungið friðarligar sangir, og tað ikki hevur verið nógv lív í hennara framførslum.

 

Í kvøld verður tað øðrvísi. Tí felagsnevnarin fyri framførslurnar í X Factor í kvøld, er Motown. Og Linda Andrews skal syngja kenda Supremes-sangin You Can´t Hurry Love, sum eisini Phil Collins hevur sungið.

 

- Mær dámar væl hendan sangin, og eg kann lova, at í kvøld verður meira lív í mínari framførslu. Eg ætli mær at vísa, at eg kann eisini syngja lívligar sangir, sigur Linda Andrews við Rás2.

 

Føroyingar kunnu atkvøðu í X Factor kappingini, sum verður send á DR1 frá klokkan 19.00.