Flogfarið við X-Factor vinnaranum, Lindu Andrews, og donsku fjølmiðlunum umborð hevur sett seg í Vágum. Nú skrivar hon autografar, og so gongur leiðin við tyrlu til Havnar Í løtuni stendur hon á flogvøllinum í Vágum og skrivar autografar til tey mongu, sum eru møtt at taka móti henni.
Um lítla løtu gongur leiðin víðari, tá hon fer við tyrlu til Havnar, har hon verður á Hotel Føroyum saman við fjølmiðlunum.
Klokkan 17 verður so stóra brakið, ið mong hava bíðað leingi eftir, tá hon verður á Torginum í SMS. Har kunnu børn sum vaksin koma at hoyra og heilsa upp á føroyska X-Factor vinnaran, Lindu Andrews.










