Nú leitar songkvinnan Linda Andrews heim til Føroya at fáa luft og heilsa upp á sínar føroysku fjepparar. Linda hevur verið í sonnum ódnarveðri í Danmark seinastu vikuna, og fríggjakvøldið skal hon aftur verða við í X Factor sangkappingini.
Sunnudagin vitjar Linda Andrews í Miðlahúsinum í Havn, og har fáa fólk møguleikan at heilsa upp á hana og at fáa autograf.
Rás2 fer at hita upp til tiltakið við stórari samrøðu við Lindu Andrews og onnur, og Rás2 sendir eisini beinleiðis frá tiltakinum í Miðlahúsinum.
Donsk pressa við á ferðini
Sunnudagin millum klokkan 15.00 og 17.00 er Linda Andrews við í útvarpssending hjá Rás2, og millum kl. 17.00 og 18.00 kunnu fólk koma í Miðlahúsið at heilsa upp á Lindu. Møguleiki verður eisini at fáa autograf frá henni.
- Vit eru sera fegin um, at Linda leggur leiðina heim at vitja okkum, nú føroyingar fylgja so væl við, hvussu hon klárar seg í X Factor, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
- Hetta er eisini eitt gott høvi hjá føroyingum at gera vart við seg, tí í fylginum við Lindu verða eisini nógv donsku pressufólk, sum fara at dekka vitjanina í Føroyum, sigur hann.
Millum annað fara DR, Ekstrablaðið og Se & Hør at fylgja Lindu á ferðini til Føroya.
Linda í ódnarveðri
Seinastu vikuna hevur føroyska songkvinnan Linda Andrews av álvara verið í brennideplinum í Danmark, eftir at umstríddi dómarin Thomas Blachman legði eftir henni. Blachmann segði, at hann vildi hava Lindu Andrews úr kappingini beinanvegin, tí hann orkaði hana ikki meira.
Síðani hevur Blachmann biðið um umbering fyri sínar viðmerkingar, og í annaðkvøld skal Linda standa næstu royndina í X Factor kappingini.
Fimm sangarar eru eftir í X Factor, og eftir kappingina fríggjakvøldið verða tey bara fýra.
Líkamikið hvussu tað gongur hjá Lindu fríggjakvøldið, verður hon gestur í Miðlahúsinum sunnudagin.









