Kl. 14 í dag lendur Linda Andrews í Vágunum, og kl. 17 skrivar hon autografar í SMS, umframt at hon fer at framføra nøkur løg. Rás2 sendir seinnapartin frá vitjanini Nú kemur hon! Føroyska divan Linda Andrews er ávegis til Føroyar, og kl. 14 lendur hon í Vágunum, har til ber at hitta hana.
Kl. 17 verður síðani almenn móttøka fyri Lindu Andrews í SMS.
Linda fer at framføra nøkur løg, umframt at møguleiki verður fyri at fáa autografar frá henni.
Rás2 sendur beinleiðis frá vitjanini hjá Lindu.










