Linda: Fann sína inspiratión í Mariah Carey

Linda hevur fleiri ferðir fingið eyknevnið diva, men tað dámar henni stak væl. Hennara størstu fyrimyndi eru nevniliga divaðir sum Mariah Carey og Sissel Kirkjebø Sum barn lurtaði Linda nógv eftir føroyskum tónleiki, og henni dámdi væl Toto, Chicago, Shubidua, og annað sum bleiv spælt í útvarpinum.

 

Henni dámdi væl songkvinnur sum Carola og Sissel Kirkjebø, men tann divan, ið veruliga ávirkaði Lindu var Mariah Carey.

 

- Tá eg hoyrdi Mariah Carey raka nakrir tónar, ið eg ikki helt vóru møguligir, hugsaði eg um hvussu hon megnaði tað. Eg dugdi at syngja reint, men har var ein, ið kundi gera nakað heilt vilt. Eg hugsaði, at eg mátti studera hana. Vokalt var hon á einum hægri støði enn øll onnur, sigur Linda.

 

Linda er, millum annað av X-Factor dómarinum Blachman, blivin samanlíkna við eitt nú Mariah Carey og Celine Dion.