Sambært Ekstrablaðnum er Linda Andrews ein av teimum níggju luttakarunum, sum er komin víðari í finaluna
Komandi fríggjakvøldini fara minst tvær milliónir danir at kenna hesi niggju fólkini og bólkarnar, sum er eftir av teimum 3.800, sum upprunaliga vóru við í X-Factor kappingini hjá Danmarks Radio.
Sambært Ekstrablaðnum eru tey níggju fólkini hesi:
Tey trý hjá Thomas Blachmann eru:
Lucas
Mohamed
Sidsel
Tey trý hjá Linu Rafn eru:
Claus Seest
Claus Lillelund
Linda Andrews
Teir tríggir bólkarnir hjá Remee eru:
Lulu Hightower
Jaykamam og Dan
Marcel, Kasper, Stephanie og Patricia.