Linda er best

Linda hevði bestu framførslurnar, tá X-Factor finalistarnir í gjárkvøldið hildu konsert á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, og hon er favorittur til at vinna sjálva kappingina Hetta er í øllum førum veruleikin sambært teimum báðum størstu donsku netavísunum.

Netsíðan hjá Ekstra Bladet skrivar um konsertina í gjárkvøldið, har 60.000 áhoyrarar vóru møttir á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, at Linda hevði bestu framførslurnar.

? Við eini brakandi útgávu av Mercy hjá Duffy, kom Linda sum tann einasti luttakarin veruliga út um pallkantin, sigur ummælarin hjá Ekstra Bladet millum annað.

 

X-Factor fepurin kemur helst at herja í Danmark alla vikuna, til finalan hevur verið fríggjakvøldið. Tá fellur avgerðin, hvørt tað verður Linda, Muhamed ella Alien Beat Club, ið vinnur X-Factor 2009.

Higartil hevur Muhamed verið spáddur at vera favorittur, men nú yvirhálar Linda sambært danska bt.dk. Bæði lesarar á heimasíðuni og veddingarfyritøkan Ladbrokes eru á einum máli um, at Linda nú má metast sum favorittur.

Setir tú pening upp á, at Linda vinnur X-Factor, fært tú peningin 1,80 ferðir aftur. Øðrvísi er við at vedda upp á hinar luttakararnar. Vinnur Alien Beat Club fært tú peningin aftur tríggjar ferðir, og vinnur Muhamed verður peningurin rindaður aftur fýra ferðir.