Linda ein vinnari í kvøld

- Tað snýr seg ikki um at vinna kappingina, men at verða ein vinnari inni í sær sjálvum, og tað eri eg í kvøld, segði ein errin Linda í X-Factor í kvøld. Hon kom eisini víðari Við einum braki av einari framførslu fekk Linda Andrews stóra viðurkenning frá Blachman og hinum dómarunum í kvøld.

 

- Eg havi ikki serstakliga góð pedagogisk evni, men hatta var mín máti at gera tað uppá, og tað sær út til at hava riggað, segði Thomas Blachman um hansara útsagnir um Lindu í miðlunum seinastu vikuna.

 

Eisini Remee var imponeraður av framførsluni hjá Lindu og segði, at hann í kvøld sá hana liva seg inn í sangin, og at hetta var besta framførsla hennara í X-Factor nakrantíð.

 

- Tað snýr seg ikki um at vinna kappingina, men um at verða ein vinnari inni í sær sjálvum, og tað haldi eg, at eg havi megnað í kvøld, segði Linda eftir hennara framførslu av lagnum ?Mercy?.

 

Og hyggjararnir av X Factor sendu eisini Lindu Andrews víðari í kappingini.

 

Sunnudagin vitjar Linda á Rás2, sum sendir live-sending millum kl. 15 og 18. Frá klokkan 16.30 eru fólk vælkomin í Miðlahúsið at heilsa uppá Lindu.