Linda Andrews vísti, at hon dugir meira enn bara at syngja friðarligar sangir, tá ið hon legði X-Factor showið niður við framúrskarandi framførslu í kvøld. Linda Andrews hevði fingið høvi at byrja X-Factor sendingina í kvøld, og tað var vorðið sum byrjan.
Linda Andrews sang Supremes-klassikaran You Can´t Hurry Love, og tað gjørdi hon, so tað stóð eftir.
Linda lovaði litir og lív, og tað var mangt slíkt, tá ið hon fór á pallin í stórslignu DR-kappingini.
Dómararnir vóru positivari enn nakrantíð, og sjálvt Thomas Blachmann, sum hevur verið eitt sindur kritiskur við hvørt, segði, at hann nú var sannførdur um dygdirnar hjá Lindu Andrews.
Linda kom eisini trygt víðari í kappingini og hevur nú vunnið fram millum tey seks seinastu.










