Linda Andrews í X-factor 16. januar

Fríggjadagin var føroyska songkvinnan Linda Andrews at síggja í X-Factor á DR1. Tann annars harða dómaratrioin var blást um koll, og Linda Andrews slapp einmælt víðari. 16. januar verður Linda Andrews aftur á skíggjanum í X-Factor kappingini.

 

Í rættiliga nógv ár hevur Linda Andrews verið sera virkin í tónleiki. Í fjør gav hon fløguna Revelation út og spældi á Summarfestivalinum. Men hóast hon hevur verið sera virkin, hevur hon ikki heilt sligið seg fasta millum føroyingar. Gjøgnum árini hevur hon uppbygt sær eitt navn sum bakgrundssangari í Danmark, og hevur hon verið sera virkin sum kórleiðari. Men nú hevur unga havnagentan funnið útav, at tað ikki er í bakgrundini hon vil vera. Nú ætlar hon veruliga at bróta ísin, og gongur eftir vild, verður X-Factor júst tann seinasti faktorurin, ið ger at fólk ikki longur spyrja hvør hon er, tá navnið Linda Andrews verður nevnt.

 

Hóast Linda ikki rættiliga hevur sligið seg fasta í Føroyum, eru tað summi ið hava varnast tað ungu havnakvinnuna. Linda Andrews var nevniliga tilnevnd til Ársins Songkvinnu á Planet Awards 2008, og hóast tað ikki eydnaðist henni at vinna hendan heiður, var hon kosin at verða millum tey bestu í føroyska tónleikaheiminum.