Linda Andrews og Gentofte Gospel í ?Talent? í kvøld

Møguleikin at fáa tveir føroyingar í finaluna er til staðar Ein føroyingur verður aftur at síggja á pallinum í væl umtóktu undirhaldssendingini ?Talent? á DR í kvøld. Hesaferð er talan um Lindu Andrews, sum stjórnar gospelkórinum, Gentoftegospel. 8 einstaklingar, bólkar og kór taka lut í hesi triðju hálvfinaluni. Linda vónar, at føroyingar niðri og heima hugsa um hana og hennara kór, tá atkvøðast skal í kvøld. Ragnar Finnson er longu komin í finaluni, og so er spurningurin, um Linda og kórið hjá henni eisini verða við í finaluni, so at talan kann gerast um eitt satt føroyskt finalukvøld. Sendingin ?Talent? byrjar í kvøld kl. 19 á DR1.