Sunnudagin kemur Linda Andrews til Føroya á stutta vitjan. Hon verður gestur í live-sending á Rás2, og fólk kunnu eisini koma í Miðlahúsið at heilsa upp á Lindu Nú leitar songkvinnan Linda Andrews heim til Føroya at fáa luft og heilsa upp á sínar føroysku fjepparar. Linda hevur verið í sonnum ódnarveðri í Danmark seinastu vikuna, og fríggjakvøldið skal hon aftur verða við í X Factor sangkappingini.
Sunnudagin vitjar Linda Andrews í Miðlahúsinum í Havn, og har fáa fólk møguleikan at heilsa upp á hana og at fáa autograf.
Rás2 fer at hita upp til tiltakið við stórari samrøðu við Lindu Andrews og onnur, og Rás2 sendir eisini beinleiðis frá tiltakinum í Miðlahúsinum.
Sunnudagin millum klokkan 15.00 og 17.00 er Linda Andrews við í útvarpssending hjá Rás2, og millum kl. 17.00 og 18.00 kunnu fólk koma í Miðlahúsið at heilsa upp á Lindu. Møguleiki verður eisini at fáa autograf frá henni.










