Linda Andrews gevur fløgu út

Linda Andreasen, havnargentan sum hevur búð tey seinastu 13 árini í Danmark, gevur út fløguna ?Revelation?. ?Tað var upp á tíðina? vilja mong siga, tí Linda hevur verið sera virkin innanfyri tónleikaheimin, og hevur arbeitt í eitt nú Danmark, Svøríki og Onglandi!

Í Føroyum er Linda sera kend innanfyri tann andaliga tónleikaheimin, og kanska er sangurin ?Nú eg ásjón tína søki? á fløguni ?Vit kunngera Jesus? mest kendur, og sera nógv spældur.

Uttanlands hevur hon verið sera virkin, og hevur sungið saman við fleiri kendum sangarum og bólkum, millum annað Carolu, James Sampson, Creamy, Johnny Logan, Sash og Soap.

Tey seinastu trý- fýra árini hevur Linda verið kórleiðari á fimm ymiskum gospelkórum: Gentofte Gospel, Glostrup Gospel, Copenhagen Gospel Singers, Junior Gospel Singers og Gospelkidz. Umframt hettar heldur Linda eisini Gospel Workshops og Teambuildings fyri virkir og kór, og er hon skjótt liðug sum Vocal Coach á 3 ára útbúgvingini hjá Cathrinu Sadolin!

Relevation er so hennara fyrsta solo fløga, har hon syngur 10 enskar sangir. Hetta eru sangir sum hava havt serligan týdning fyri Lindu á hennara ungdómsárum. Stílurin er sera fjølbroyttur.

Serliga kann nevnast Via Dolorosa og Breath Of Heaven.

Linda Andrews kann upplivast live á Summarfestivalinum hóskvøldið tann 7. juli kl. 21.00 við einum sera kendum bólki, har hon m.a. hevur tann fantastiska og sera kenda danska basspælaran Lars Danielsson afturat sær!

Fløgan fæst kring landið. Eisini ber til at keypa fløguna á internetinum : á heimasíðuni hjá GJAMMA www.gjamma.com, sum sendir ókeypis kring alt landið.