Lind Dam í Tórskjallaranum

Fríggjakvøldið 28 Nov, fer eitt av feskastu nøvnunum innan

fólka og vísutónleik, hin stillføri Jákup Lind Dam, at framføra

í Tórskjallaranum Jákup er sera fjøllbroyttur, í sínum úrvali av tónleiki, og

spennur víða.

 

Jákup tulkar bæði Cat Stevens, Paul Simon, og fleiri av teim

stóru.

 

Men onki er, sum tá hann syngur ?Onki er sum summarkvøld

við strendur?.

 

Meistarliga nemur hann hjartarøturnar, við at framflyta slíkt

yndislag, ið hóskar væl til gittar og solosang.

 

Tó so, Jákup er eisini tónaskald, og hevur sítt egna úrval, og

er tað at fegnast um, at hesin evnaríki unglingi er farin í

upptøkuhølini og skjótt kemur hansara fyrsta fløga á

marknaðin.

 

Konsertin Fríggjakvøldið byrjar kl: 22.00

 

Tað er Havnar Djassfelag ið skipar fyri konsertini.