Lina Arge 85 ár

Mikudagin 25. juni fyllir Lina Arge í Havn 85 ár.

Lina er dóttir Fíu, f. Johansen, og Óla Arge, grótsmið í Havn. Hon hevur t.d. arbeitt sum vaskikona, passað kantinuna á Føroya Sjómansskúla, arbeitt í handlinum hjá Carl hjá Vága-Heina í Steinatúni og í Málingahandlinum í J.C. Svabosgøtu. Málingahandilin byrjaði fyrst í 60-unum í niðaru hæddini í húsunum hjá Linu. Hon var í fleiri ár formaður í pensionistafelagnum í Havn, og hevur hon ferðast nógv uttanlanda saman við øðrum pensionistum. Føðingardagurin verður hildin mikudagin á Hotel Hafnia, har opið hús verður á matstovuni, Longue, frá kl. 15-18.