Limur í sama felag í seksti ár

Jeffri Justinussen hevur í 2013 verið limur í Føroya Fiskimannafelag í heili seksti ár, og hann er framvegis virkin á sjónum.

Jeffri Justinussen hevði í 2013 verið limur í Føroya Fiskimannafelag í seksti ár, og á landsfundinum hjá felagnum stutt fyri jól fekk hann heiðursgávu.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag - www.fiskimannafelag.fo

 

Sámal Poulsen, næstformaður felagsins, handaði heiðursgávuna fyri trúgva tænastu á sjónum øll hesi mongu ár.

 

Á landsfundinum hugleiddi Jeffri Justinussen eisini um stóru broytingarnar í arbeiðs- og liviumstøðunum umborð á føroysku fiskiskipunum tey seksti árini, hann hevur balst á sjónum.

 

Gaman í eru føroyskir fiskimenn ofta drúgvir á sjónum, men tó er langt millum teir, ið hava hildið so leingi á sum Jeffri.

 

Hann fór til skips fyri fyrstu ferð sum 14 ára gamal. Í dag er hann 75 og er enn virkin fiskimaður.

 

Heiðursgávan er steinpláta við mynd av Norðborg, sum er rist í stein, og eisini fekk Jeffri Justinussen eina gullslipsanál.

 

Tað er Torgerð Suðuroy, ið hevur gjørt steinplátuna.