Limirnir taka undir við nevndini

Fundur var í Yrkisfelag Studenta- og HF-lærara um vikuskiftið og har kom fram, at limir felagsins taka fult undir við krøvunum, sum nevndin hevur sett Fíggjarmálastýrinum í samband við sáttmálasamráðingarnar

Eitt av feløgunum, hvørs sáttmáli fór úr gildi á middnátt sunnukvøldið er Yrkisfelag Studenta- og HF lærara.

Felagið hevur havt nakrar fundir við Fíggjarmálastýrið um nýggjan sáttmála, men enn er ikki komið so langt, at tað ber til at siga nær ein sáttmáli kann undirskrivast.

Um vikuskiftið hevði felagið limafund har greitt varð frá viðurskiftunum í sambandi við sáttmálasamráðingarnar. Og tað tykist, sum er nevndin í felagnum á góðari leið. Limir felagsins tóku í hvussu er undir við uppskotinum, sum nevnd felagsins hevur lagt fyri Fíggjarmálastýrið.

Í upprunaligu krøvunum sigur Yrkisfelagið, at teir vilja hava eina lønarhækking, sum svarar til umleið 25 prosent. Talan er tó ikki um beinleiðis lønarhækking alt samalt, men samanlagt.

Upprunauppskotið hjá Fíggjarmálastýrinum til samráðingarnar var ein 0-loysn, men nú eru teir gingnir við til eina minni lønarhækking. Henda hækking er eftir øllum at døma ikki nóg mikið til at gleða lærararnar, tí sum Holger Arnbjerg, formaður í Yrkisfelagnum sigur:

- Tað er ikki nóg mikið til at dekka inflatiónina í tíðarskeiðnum.

Eins og hjá hinum feløgunum varð tosað um høvuðsavtalu í byrjanini, men í seinastuni hevur høvuðsavtalan als ikki verði á borðinum.

Hinvegin hevur Yrkisfelagið fingið fyrilagt eitt uppskot um eina nýggja lønarskipan, men tað fer felagið neyvan at góðtaka, sigur Holger Arnbjerg.

- Tað sær ikki út til, at vit fáa nakran fyrimun av at taka við einari nýggjari lønarskipan og tí dugi eg ikki at síggja hví vit skulu gera tað, sigur hann.

Tað er ikki avtalaður nýggjur fundur við Fíggjarmálastýrið, men Holger Arnbjerg væntar kortini ikki, at tað fer at ganga so long tíð áðrenn næsti fundur verður.