Kartni Ravnsfjall, formaður í Kommunala Starvs- og Tænastumannafelagnum, sigur, at nærum einki er broytt í sáttmálanum, sum nú verður lagdur fyri limirnar, í mun til sáttmálan, sum limirnir vrakaðu á fyrra limafundinum.
Tá vóru tveir starvsbólkar, ið ikki tóku undir við sáttmálanum. Dagrøktarmammur og brandmenninir.
Kartni Ravnsfjall sigur, at orðingin viðvíkjandi dagrøktarmammum er broytt eitt lítið sindur, men annars er talan um sama sáttmála.
Ymisk áhugamál
Hann heldur tað vera heldur ógreitt, júst hvat dagrøktarmammurnar vilja. Men nú hevur nevndarlimurin, ið tær hava valt í nevndina, tikið undir við sáttmálauppskotinum.
Hann sigur, at á fyrra limafundinum hendi tað, at dagrøktarmammurnar eltu eitt álitisfólk, ið helt sáttmálan vera ov vánaligan. Men sáttmálin, sum í gjárkvøldið var lagdur fyri limirnar, er stórt sæð tann sami, sum limirnir fyrr hava sæð og ikki góðtóku. Spurningurin er bert, um limirnir nú hava broytt støðu, ella framvegis halda við partinum, sum ikki heldur sáttmálan vera nóg góðan. Sjálvur vónar Kartni Ravnsfjall, at dagrøktarmammurnar taka undir við nevndarliminum, sum tær hava valt, og sum hevur góðtikið sáttmálan.