Limirnir í Starvs-mannafelagnum eftirlønaravtalu

Stavsmannafelagið og Føroya Lívstrygging hava gjørt av at gera eina eftirlønaravtalu fyri teir umleið 1250 limirnar í Starvsmannafelagnum. Við hesi avtalu hevur Starvsmannafelagið lagt lunnar undir framtíðar arbeiðsmarknaðareftirlønina, hjá límum sínum.

Eftirlønaravtala tekur hædd fyri, at tann einstaki limur fær møguleika at byggja upp eina nøktandi persónliga eftirlønarskipan, eins og henda skipan, í ávísan mun, er við til at bøta um vansan við stuttu inngjaldingartíðini hjá teimum eldru limunum.

Eftirlønaravtalan byggir á tríggjar høvuðstættir, ið staðfestir í eini høvuðsavtalu: 1. eftirlønargrunnur, 2. persónlig eftirlønarskipan og samstarvsavtala.

Samlaða gjaldið, ið verður inngoldið til hesa skipan, verður býtt í tveir partar. Tann eini parturin verður inngoldin til eftirlønargrunnin, ið umsitur samlagstrygigng og ískoytiseftirløn. Hin parturin fer til eina persónliga eftirlønarskipan. Fram tl 1l. januar 99 fer alt inngjaldið í grunnin. Tann 1. januar 99 hækkar eftirlønargjaldkð til 5,5%. Tá verða 2,5% sett í grunnin og 3% verða inngoldin á persónligu eftirlønina.