Viðmerking
Rógvi Nybo
- Tað er óheppið, at uppstillingin ikki er klár enn. Vit høvdu ætlað at verið liðug við uppstillingina fyrr, men tað er so ikki eydnast. Tað sigur Høgni Hoydal, sum er formaður í Tjóðveldi. Høgni Hoydal vil illa gera viðmerkingar til spekulatiónir, sum politiska greiningin í stóran mun byggir á. Men hann ásannar, at tað er óheppið, at tey ikki eru liðug við uppstillingina í Tjóðveldi. - Vit í aðalstjórnini í flokkinum hava sum so lítla ávirkan á, hvør verður uppstillaður. Vit hava heitt á feløgini um at fáa uppstillingina lidna, soleiðis at tey nýggju valevnini fáa ein møguleika at markera seg í valstríðnum, áðrenn ov langt er liðið. Men tað eru lokalfeløgini og teir limirnir, sum møta upp á uppstillingarfundunum, sum hava fullveldi til at avgera, hvør verður uppstillaður á listanum hjá hvørjum felag, sigur Høgni Hoydal.
Natúrligt við útskifting
Høgni Hoydal vísir eisini á, at tað er natúrligt við stórari útskifting. – Tað hevur í mínari tíð altíð verið stór útskifting í Tjóðveldi. Mítt mál er, at flokkurin alla tíðina endurskoðar seg sjálvan, soleiðis at vit fáa skapt betur javnstøðu millum kyn, millum bý og bygd, millum óútbúgvin og útbúgvin og so framvegis, sigur Høgni Hoydal.
Tað verður ein góður listi
Sum ein viðmerking til spekulatiónirnar, um hvør verður avloysari fyri allar tær mongu atkvøðurnar, sum skulu setast við nýggj nøvn, sigur Høgni Hoydal, at hann kennir ikki endaligu listarnar, av tí at uppstillingin ikki er endað, men at soleiðis sum hann hevur hoyrt, verður tað talan um ein góðan lista við jøvnum býti.