Limir í Sea Shepherd handtiknir á Sandi

Sea Shepherd hevur roynt at forða fyri grindadrápinum á Sandi

 

 

Limir í Sea Shepherd eru handtikin í grindadrápinum á Sandi.

Tað váttar Paul Watson, leiðari í illa umstrídda umhvørvisfelagsskapinum, á Facebook.

Grindaboð eru á Sandi og mett verður, at talan er onkustaðni upp ímóti einum 100 hvalum.

Sea Shepherd sigur, at tey eru til staðar og at limir í felagsskapinum eru vassaðir út í í eini roynd at forða fyri drápinum.

 

Men løgreglan, sum hevur verið væl fyrireika til eina hending sum hesa, var skjót á staðið og hevur handtikin nakrar limir í Sea Shepherd. Kortini eru nakrir limir eru eftir í mølini og at teir taka film upp av drápinum, sigur felagsskapurin.

 

Samstundis er grindaøkið avbyrgt og bátar frá Sea Shepherd eru beindir burtur av økinum.

Sea Shepherd skrivar, at løgreglan er komin á Sand við tyrlu og við eru eisini serdeildirnar hjá donsku løgregluni.