Limatalið hjá Starvsmannafelagnum vaks í stórum

Leygardagin gerast allir teir 238 limirnir í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag limir Starvsmannafelagsins.

Eirikur Lindenskov


110 og teimum 114 limunum, sum møttu á fundi hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag atkvøddu fyri at leggja felagið saman við Starvsmannafelagnum - og harvið taka felagið av. Tveir limir atkvøddu ímóti og tveir atkvøddu blankt.

Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, ið umboðar starvsfólk hjá Tórshavnar, taldi, nú tað var lagt niður, 238 limir

Samanleggingin merkir, at limir í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag frá 1. juli 2000 verða limir í Starvsmannafelagnum við fullum limarættindum og limaskyldum. Hetta merkir, at hesi eisini eru umfatað av lógum og reglugerðum Starvsmannafelagsins og hava somu tryggingar- og eftirlønarskipan.

Hinvegin er núverandi nevnd Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelags framvegis bundin av sáttmálanum við Tórshavnar kommunu til hesin gongur út, og fer sitandi nevnd at taka sær av praktiska arbeiðnum hesum viðvíkjandi, eins og higartil, sigur formaður felagsins, Kartni Ravnsfjall.

Tórshavnar Kommuna fer eisini framyvir at vera sjálvstøðugt sáttmálaøki, og verð tað umboð fyri bæði Starvsmannafelagið og verandi nevnd í Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag, ið fara at standa fyri sáttmálasamráðingunum komandi ár. Verandi nevnd Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelags verður sostatt sitandi til sáttmálaskeiðið er liðugt 1. juni 2001.

Høvuðsgrundgevingin fyri samanlegging er, at møguleikin fyri at betra um kor starvsfólksins er størri, sum partur av Starvsmannafelagnum.

? Starvsmannafelagið er helst sterkasta fakfelag í landinum,og við limum Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelags, verður tað enn størri og sterkari.

? Tíðin var búgvin til broytingar, men er tað tó við ikki sørt sorgblídni, at avgerðin er tikin. Ein avgerð, ið samstundis merkir at felagið, ið skjótt rundar tey hálvthundrað - stovnað 7. nov. 1952 - verður tikið av. Men fyrst og fremst fegnast nevndin og nýggju limir Starvsmannafelagsins um tað stóru undirtøku, uppskotið fekk, og síggja vit fram til at virka undir hesum felag, sigur Kartni Ravnsfjall.

Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn segði við útvarpið í gjár, at Tórshavnar kommuna virðir fakfelagsrættin.

? Tá limirnir hava valt at gerast limir í Starvsmannafelagnum, og virða vit eisini ta avgerðina, segði hann. børn Spíran (útibarnagarðurin)

42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.

Tilsamans er hetta 128 børn.

Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.

Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.

Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.

Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.

Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.

Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.

Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.

Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.

Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.

Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.

Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.

Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.