Christiansborg:
Tað eydnaðist heldur ikki á Norðurlandaráðsfundinum í ár at koma til eina niðurstøðu í málinum um føroyskan sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Málið hevur verið á skránni síðan 2003, tá Føroyar søktu um sjálvstøðugan limaskap, men framvegis er eingin niðurstøða gjørd.
Drúgva viðgerðin av málinum fekk fleiri norðurlendskar tinglimir at tala at undir orðaskiftinum í morgun, og heittu á avvarðandi myndugleikar um skunda undir málið.
-Persónliga hevði eg vónað, at vit kundu koma til eina niðurstøðu í málinum á hesum Norðurlandaráðsfundinum. Tað er at halda Føroyar fyri gjøldur, at vit ár eftir ár mugu útseta avgerðina, og tí mæli eg til, at vit sum skjótast koma til eina niðurstøðu, segði Rannveig Gudmundsdóttir, sum er partur av Sosialdemokratiska bólkinum.
Møgulig broyting
Formaðurin í Norðurlandaráðnum, Ole Stavad, vísti á, at tað framvegis er ov tíðliga at taka eina endaliga støðu í málinum um sjálvstøðugan limaskap, tí viðgerðin er einfalt ikki liðug enn. Hann legði afturat, at vónandi kann ein avgerð takast á komandi Norðurlandaráðsfundinum í Oslo komandi ár. Formaðurin í Norðurlandaráðnum segði, at hann persónliga ynskti, at tey sjálvstøðugu økini, Føroyar, Áland og Grønland fáa ein virknari leiklut í norðurlendska samstarvinum.
Higartil hevur verið broytingin av Helsingforsavtaluni verið stóri snávingarsteinurin, tá sjálvstøðugur føroyskur limaskapur hevur verið umrøddur. Helsingforsavtalan loyvir bert sjálvstøðugum statum at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.
-Tað er eftir mínum tykki eingin trupulleiki hjá Føroyum at gerast partur av sjálvum Norðurlandaráðnum, men hinvegin eru møguliga løgfrøðingar forðingar fyri, at Føroyar kunnu gerast partur av ráðharraráðnum. Kortini havi eg eina vón um, at Helsingforsavtalan kann broyast, so Føroyar eisini kunnu gerast partur av ráðharraráðnum, segði Ole Stavad í morgun.
Jógvan við Keldu spurdi um nøkur ítøkilig ætlan er um at broyta Helsingforsavtaluna, og heitti samstundis á Norðurlandaráðið um at fara undir at fyrireika eina ítøkiliga broyting av Helsingforsavtaluni, so Føroyar kunnu gerast limur sum skjótast.
Politiskur vilji
Føroyskir politikarar vóru ikki óvæntað allir á talarastólinum og strongdu á eina avgerð í málinum. Høgni Hoydal, Jógvan við Keldu, Kári P. Højgaard og Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, fíltust allir á, at ov stórur dentur verður lagdur á løgfrøðiligu forðingar, tí eftir teirra tykki kann málið lætt loysast, um politiskur vilji er fyri føroyskum limaskapi millum limalondini.
-Norðanlond hava altíð sýnt stóran solidaritet úteftir, tá aðrar tjóðir hava roynt at gerast limur av ymiskum altjóða felagsskapum. Eg vóni tískil, at Norðanlond eisini fara at sýna solidaritet inneftir, nú Føroyar ynskja at gerast limur, segði Jóannes Eidesgaard undir umrøðuni.